- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stella Polaris: Her eru vinnararnir
Stella Polaris: Her eru vinnararnir
Í gjár vóru vinnararnir av Stella Polaris 2017 kosnir. Síggj her, hvørji tey eru.

Mynd: nlh.fo
05.02.2017 - 11:13
Gittarleikarin Dávur Birgisson vann í gjárkvøldi tónleikakappingina Stella Polaris. Stella Polaris er ein einstaklingakapping í klassiskum tónleiki fyri ung.
Kristina Thede Johansen, sum spælir saksofon, fekk aðru virðisløn, og Birita Poulsen, sangari vann triðju virðisløn. Finalan var hildin fyri at kalla fullum Norðurlandahúsi í gjárkvøldi.
Hinir finalistarnir vóru Jósef Zachariassen, Klaver, Leslie Parker, fiólleikari, og Aksel Dánjalsson Remmer, sum eisini spælir klaver.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























