Sendifólkini skattast í Føroyum

Sendifólkini skattast í Føroyum
Føroysku sendifólkini verða nú skattað í Føroyum og ikki í Danmark sum higartil. Eitt uppskot um at broyta skattalógina er á veg í Løgtingið
 
13.02.2017 - 07:57

Av tí at uttanríkismál eru danskt málsøki, eru føroysku sendifólkini partur av danska diplomat-hópinum, so tey kunnu fáa  diplomattign. Hon er sera týdningarmikil at hava í samskiftinum við onnur lond, sigur Fíggjarmálaráðið.

Fasta lønin hjá føroysku sendifólkunum hevur higartil verið skattað í Danmark eftir donskum reglum, men útiviðbótin er skattafrí somuleiðis eftir donskum reglum. Men nú verða øll sendifólkini skattskyldug í Føroyum

Danskir og føroyskir skattamyndugleikar eru samdir um, at sendifólkini higartil ikki eru sett í skatt sambært galdandi skattareglum. Sendifólkini áttu at verið sett í skatt í Føroyum eftir føroyskum reglum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Mánadag 16. mars
Morgunlestur mánadagur 16.mars 2026
205616
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622