Dómur fellur um tríggjar vikur

Dómur fellur um tríggjar vikur
13. mars fellur dómur í sakarmálinum millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og stýrið í Økistænastuni í Sandoyar sýslu
Um tríggjar vikur fellur dómur í málinum millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og stýrið í Økistænastuni í Sandoyar sýslu um eina starvssetan. Føroya rættur viðgjørdi málið í dag
 
16.02.2017 - 17:12

Felagið krevur, at stýrið verður dømt at viðurkenna, at tveir limir felagsins fingu ólógligar og ósakligar grundgevingar fyri, at tær ikki fingu starvið sum leiðari í Økistænastuni. 

Grundgevingarnar fyri at nokta teimum starvið er heldur ikki í tráð við fyrisitingarlógina. Føroya rættur viðgjørdi málið í dag.

Stýrið krevur frídøming

Stýrið krevur í fyrsta lagi, at rætturin vísir málinum frá sær, tí felagið hevur ongan rættarligan áhuga í málinum. 

Felagið kann ikki brúka dómin til nakað sum helst, segði sakførarin hjá stýrinum. Í øðrum lagi krevur stýrið frídøming.

Fýra kvinnur søktu í 2015 starvið sum leiðari í Økistænastuni í Sandoyar sýslu, tveir sjúkrarøktarfrøðingar og tveir heilsurøktarar. 

Góðtaka ikki setanina

Allar fýra vóru til samrøðu í setanarbólkinum. Í setanarbólkinum vóru borgarstjórarnir í sýsluni. Teir eru stýrið í Økistænastuni.

Annar heilsurøktarin, sum søkti, fekk starvið. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar góðtekur ikki setanina og als ikki, at limir felagsins onga veruliga grundgeving fingu fyri, at tær ikki fingu starvið. 

Løgtingsins umboðsmaður og Innlendismálaráðið tóku undir við felagnum, men fingu ikki gjørt nakað við málið annað enn at vísa á skeivleikarnar. Tí fór felagið í rættin við málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815