Gekk væl á Flemish Cap

Gekk væl á Flemish Cap
Línuskipini, ið hava verið á Flemish Cap hava fingið væl burturúr.
 
18.02.2017 - 13:57

Veiðan á Flemish Cap var sera góð byrjan uppá árið hjá línuskipunum, sum vóru til fiskiskap har.

Øll skipini eru komin aftur, og inntøkan hjá fleiri av teimum, minnir ikki sørt um inntøkuna í uppsjóvarvinnuni.

Ågot, sum er tað minsta av línuskipunum, ið frystir umborð, varð tað fyrsta, sum seldi av seinna túrinum. 

Teir fiskaðu 447 tons í rundum, og seldu góð 300 tons av avhøvdaðum, frystum fiski.

Tey størru línuskipini, sum frysta meira um samdøgrið enn Ågot, fiskaðu eisini meira, og mest fiskaði Klakkur, sum fiskaði 726 tons í rundum, og seldi góð 500 tons av avhøvdaðum fiski.

Kambur fiskaði 630 tons í rundum, Eivind 566 tons og Stapin 523 tons í rundum fiski.

Tá manningarparturin við Ågot var um 170.000 kr., so verður manningarparturin hjá teimum størru bátunum í minsta lagi millum 200.000 og 250.000 kr. 

Túrarnir hjá bátunum vardu umleið hálvan annan mánaða.

Váðasteinur, sum ísaði fiskin umborð, gjørdi tveir túrar til Nýfundlands. Teir landaðu báðar túrarnar í Føroyum, og seldu fyri tilsamans slakar 4 milliónir kr.

- Teir sum keypa fisk, vóru nøgdir við fiskin, so vit eru væl nøgdir við túrarnar á Flemish Cap, sigur reiðarin, Niclas Davidsen. 

Hann roknar við, at manningarparturin fyri teir báðar túrarnar í Nýfundlandi verður um 80.000 kr., sum er munandi betri, enn um roynt varð undir Føroyum.

Ymsar umvælingar skulu nú gerast umborð á Váðasteini, áðrenn skipið fer undir Føroyar at royna, sigur Niclas Davidsen.

Línuskipini fiskaðu 3.165 tons á Flemish Cap, umleið 50 tons meir enn kvotan var.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117