Túsundtals fólk mótmæla

Túsundtals fólk mótmæla
Í fleiri býum í Fraklandi eru fólk farin út á gøturnar at mótmæla báðum forsetavalevnunum, sum eru undir ákæru fyri at hava misbrúkt almennar pengar
Túsundtals fraklendingar gingu mótmælisgongu í gjár í fleiri fronskum býum móti korruptión, nú tað styttist til forsetavalið 7. mai
Mynd: AP  
 
20.02.2017 - 15:01

Túsundtals fraklendingar gingu mótmælisgongu í gjár í fleiri fronskum býum móti korruptión. Tað skriva Ritzau og AFP.

Mótmælini vóru vend móti teimum báðum forsetavalevnunum, Francois Fillon og Marine Le Pen, sum bæði eru undir ákæru fyri at hava misbrúkt almennar pengar.

SÍ EISINI Royna at ávirka forsetavalið

- Tey hava ongan rætt at læra okkum um moral. Tey samtykkja sínar lógir og síni framíhjárættindi, segði eitt av mótmælisfólkunum.

Í síðsta mánaði kom fram, at tann konservativi Fillon hevur givið konu síni í minsta lagi fimm milliónir krónur í løn fyri arbeiði, sum stórt spurnartekn nú er sett við, um hon yvirhøvur hevur gjørt. Tvey børn hjá Fillon vóru eisini á lønarlistanum hjá honum eitt skifti.

Fjórði hvør stuðlar Le Pen

Marine Le Pen, forsetavalevni fyri høgravíðgongda Front National, verður ákærd fyri av órøttum at hava fingið hálva triðju millión krónur frá Europa-tinginum til at rinda løn til tvey av sínum starvfólkum.

Síðani ákærurnar um misbrúk av pengum komu fram, er undirtøkan fyri Fillon sum valevni minkað nógv. Seinasta meiningarkanningin vísir, at hann stendur til eitt triðjapláss í fyrsta valumfarinum við 18,5 prosentum. Halda hesi tølini, sleppur hann ikki víðari til annað umfar.

Hinvegin tykist tað ikki, at ákærurnar frá Europa-tinginum móti Marine Le Pen hava minkað um hennara undirtøku í valstríðnum. Sambært AFP og Ritzau hevur hon stuðul frá 26 prosentum av teimum spurdu.

Le Pen tapir seinna umfar

Fraklendingar skulu velja nýggjan forseta um tveir mánaðir. 7. mai stendur dysturin millum tey bæði valevnini, sum hava fingið størstu undirtøkuna í fyrra umfarinum.

Meiningarkanningar benda á, at Marine Le Pen fer at tapa í seinna valumfarinum, uttan mun til, um hennara mótstøðumaður eitur Fillon ella Emmanuel Macron, sum er triðja valevni til forsetasessin.

Hann verður mettur at liggja á miðjuni á politisku ásini millum høgra og vinstra, og hann er ES-vinarligur. Macron fær 23 prosent í fyrra valumfari, siga meiningarkanningar, sæmbært AFP og Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585