Evropa roynir at blíðka Trump

Evropa roynir at blíðka Trump
Eftir ætlan hittast evropiski leiðarar fyri NATO-toppfundin í juli
Amerikanski forsetin, Donald Trump, og týski kanslarin, Friedrich Merz. Nú fara evropiskir leiðarar at royna at blíðka amerikanska forsetan.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.06.2026 - 11:09

Týski kanslarin, Friedrich Merz, fer seinni í hesum mánaðinum at tosa við evropiskar leiðarar um at gera eina ætlan fyri, hvussu amerikanski forsetin, Donald Trump, kann blíðkast fyri NATO-toppfundin í juli, skrivar Bloomberg.

Leiðararnir í E5-londunum - Týskland, Frakland, Bretland, Italia og Pólland - skulu savnast í Berlin at seta saman ein pakka við tiltøkum, siga keldur við tíðindastovuna.

Vónin er, at hetta fer at sannføra Trump, og at sameind hjá USA í Evropa nú taka uppaftur størri ábyrgd fyri egnari verju.

 

Fyri afturlatnum hurðum

Samrøðurnar í Berlin vera fyri afturlatnum hurðum, sambært Bloomberg, og aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, verður eisini boðin við, sigur ein kelda.

Trump hevur fleiri ferðir hótt við at taka USA úr NATO, og hann hevur verið hvassorðaður móti evropeiskum londum, sum ikki vildu stuðla USA í krígnum móti Iran.

Friedrich Merz er vorðin serlig skotskiva fyri glepsum frá amerikanska forsetanum, eftir at hann fanst at Trump fyri vantandi strategi í krígnum, og segði, at amerikanskir semingsmenn vóru "eyðmýktir" av iranskum semingsmonnum.

Trump svaraði atfinningunum við at boða frá, at meira enn 5.000 amerikanskir hermenn í Týsklandi skuldu heimaftur til USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328