Viðgera hert tilhald

Viðgera hert tilhald
Løgtingið fer týsdagin at viðgera uppskotið um at herða reglurnar fyri tilhald fyri at verja fólk, ið eru fyri ágangi
 
20.02.2017 - 08:20

Í morgin fer løgtingið undir aðru viðgerð av uppskotinum hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, um at herða reglurnar um tilhald fyri at verja persónar fyri ágangi, forfylging og tráfylging - tað sum eisini verður nevnt stalking.

Uppskotið hevur verið til viðgerðar í Rættarnevndini, og allir limir taka undir við uppskotinum og mæla tinginum til at samtykkja tað.

Higartil hevur bara borið til at áleggja tilhald, men nú kann eisini áleggjast uppihaldsforboð, og í ávísum førum at vísa persóni burtur úr heimi sínum í fýra vikur.

Bólkur gjørt tilmæli

Grundarlagið undir uppskotinum er millum annað tilmæli frá bólkinum, sum gjørdi álit um harðskap í parlagi og nærsambondum.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við fútan, sorinskrivaran og Aksel V. Johannesen, løgmann. 

Løgreglan sigur, at tilhald er vanligast í málum, har trupulleikar eru millum hjúnafelagar ella sambúgvar í sambandi við hjúnaskilnað, har partarnir ikki kunnu semjast aftaná.

Umleið 40-50 fólk fráfylgd

Eitt tilhald hevur gildi í fimm ár, ella til tað fellur burtur, tí parturin, sum hevur biðið um tilhaldið, tekur sambandið uppaftur við tann, sum hevur fingið tilhald.

Ein óalmennur stalkingbólkur við umleið 20 fólkum er í Føroyum. Hetta eru persónar, sum hava verið, ella framvegis verða tráfylgdir, stalkaðir.

Bólkurin hevur upplýst, at eftir teirra meting eru umleið 40-50 persónar, sum verða tráfylgdir í Føroyum. Málið stendur fremst á dagskránni til løgtingsfundin, sum verður í morgin klokkan 9:30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 5. juli 2026
210545
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521