Útlánini minkað

Útlánini minkað
Útlánini hjá BankNordik vóru hálv onnur milliard krónur minni í fjør enn í 2015, tí lánini til vinnuna í Danmark vórðu tikin av í fjør
 
27.02.2017 - 07:57

BankNordik hevði 179 mió. kr. í vinningi fyri niðurskrivingar í fjør. Tað eru 35 milliónir minni enn í 2015. Úrslitið fyri skatt var 277 milliónir í fjør.

Í ár væntar BankNordik at hava millum 150 og 190 milliónir krónur í vinningi fyri niðurskrivingar.

Avlopið hjá tryggingarfelagnum Trygd, sum er dótturfelag hjá BankNordik, gjørdist 300.000 krónur fyri skatt. 

Jólaódnin dýr

Hetta er í lagi, tá havt verður í huga, hvussu stórir tryggingarskaðarnir í desember í fjør vóru, sigur BankNordik.

Viðskiftafólkini hjá Trygd fingu 30 milliónir krónur í endurgjaldi fyri skaðar í jólaódnunum. 

Ein partur av kapitallættanum, sum sølan av Vørði í Íslandi og avtøkan av danska vinnukundavirkseminum geva, verður brúktur til at gjalda íleggjarunum eitt serligt vinningsbýti. 

300 milliónir krónur verða goldnar í vinningsbýti í ár.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083