- Tíðindi, mentan og ítróttur
Akstovan í andgletti í rættarmáli
Hvussu roknar tú upprunavirðið á einum innfluttum bili úr Týsklandi? Møguleikarnir eru fleiri.
- Tú kanst taka virðið á bilinum, tá hann spildurnýggjur fer av týsku verksmiðjuni?
- Tú kanst eisini taka virðið á bilinum, tá verksmiðjan hevur selt hann til týska høvuðsbilasøluna?
- Ella hví ikki bara lata eina føroysku bilasølu, sum umboðar bilmerki, sjálva áseta virðið - uttan faktura?
Spurningurin um, hvussu tú roknar upprunavirðið út, er ikki uttan týdning. Hann er avgerandi fyri, hvussu nógv tann, ið innflytir bilin til Føroya, skal rinda í skrásetingargjaldi til landið. Kortini tykist einki greitt svar vera.
Tað veldst um, hvønn tú spyrst. Lógarteksturin er ikki greiður. í lógini um avgjøldd við skráseting av motorakførum stendur, at upprunavirðið er virðið, sum bilurin hevur, tá hann stendur í føroyskari havn.
SÍ EISINI Játtar seg sekan í skjalafalsan
Tað vil siga, eftir at bæði verksmiðja og høvuðsbilasøla hava fingið sín vinning; men longur niðri í somu lóg verður nevnt um avgjald av motorakfarið, tá tað er spildurnýtt, tað vil siga, tá bilurin verður rullaður út úr verksmiðjuni.
Og fyri at gera fløkjuna ógreiðari, so plagar Akstovan - tá hon ivast í upprunavirðinum á bilum - at biðja føroysku bilasølurnar finna útav tí.
Tað gjørdi Aktstovan eitt nú í málinum, sum var fyri í Føroya rætti mikudagin, har ein brúktbilainnflytari er ákærdur fyri at hava skjalafalsað 18 fakturar, og sjálvur at áseta ov lágt upprunavirði og harvið snýta landskassan fyri til samans 760.000 krónur í skrásetingargjaldi.
Akstovan gjørdi einki óvanligt
Akstovan gjørdi sum hon plagar. Akstovan spurdi bilasølurnar. Men svarini vóru rættiliga ymisk - alt eftir hvør bilasøla varð spurd.
Meðan ein bilasøla kundi vísa á fakturar frá týsku høvuðsbilasøluni, so kundi ein onnur bilasølaikki vísa fakturar frá høvuðsbilasøluni fyri teir tríggjar BMW-bilarnar, sum vóru innfluttir. Ístaðin kom hon við einari virðisáseting, sum bæði Akstovan og ákæruvaldið hava tikið fyri góða vøru.
Spurningurin er so um dómsvaldið ger tað sama - í øllum førum er tað merkisvert, at júst í hesum førunum var stórur munur á upphæddini, sum varð endurgivin í falsaða fakturanum og í metingini frá bilasøluni.
Dømi: BMW-bilurin, sum tann ákærdi hevði ásett at vera 203.000 krónur verdur, hevði bilasølan sett at vera meir enn tvífalt so nógv verdan. Verjin var í øllum førum ikki í iva.
Bæði Akstovan og ákæruvaldið hava góðtrúgvið latið eina bilasølu - sum jú er kappingarneyti hjá tí ákærda - at áseta nývirðið á einum BMW-bili - uttan nakran faktura sum prógv.
Verjan helt seg enntá kunna prógva, at metingin hjá hesari bilasølu í tí eina førinum var beinleiðis skeiv - við at vísa á ein príslista á netinum.
Metingin hjá bilasølum ov høg
Sjálvt ákærin viðgekk, at metingin hjá bilasøluni helst var í hægri lagi. Ein meting, sum ákærin annars sjálvur nýtir sum grundarlag í sínum ákæruriti, har hann krevur 760.000 krónur í endurgjaldi til landskassan, 350.00 krónur í eyka bót og seks mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri serliga grovt skipað snýt.
Eitt er tó vist. Tann ákærdi brúktbilaseljarin játtar seg sekan í skjalafalsan. Og tað mátti verjin eisini ásannað. Tí mælti hann til treytadan dóm, tí skjalafalsanin var ikki ein roynd at snýta Akstovuna.
SÍ EISINI Skuldsettur fyri svik móti landskassanum
Maðurin gjørdi tað, tí hann var ørkymlaður av fløkjuni, har Akstovan loyvir kappingarneytununum at áseta, hvussu nógv hann skal rinda í skrásetingagjaldi. Verjin mælti frá nøkrum endurgjaldi.
Í fyrsta lagi tí fløkjan um upprunavirdi var stór - í ødrum lagi tí at ein møguligur vinningur - í stóðst av følsku fakturunum - var - sambært verjanum - ikki komin tí ákæra til góðar - vinnarin var í so fall 16 hepnir bileigarar, sum hava gjørt kvettið.