Nýtt føroyskt met í 200 metrar bringusvimjing

Nýtt føroyskt met í 200 metrar bringusvimjing
Beinta Poulsdóttir Debes hevur í dag sett nýtt føroyskt met í 200 metrar bringusvimjing
Mynd: svimjing.com  
 
05.03.2017 - 17:45

Eitt føroyskt met afturat er sligið á SuSvim-stevnuni, sum er í Pálshøll í Vági.

Svimjing.com skrivar, at Beinta P. Debes hevur sligið metið í 200 metrar bringusvimjing.

Hon kom á mál við tíðini 2.43.38. Hon skavaði meira enn eitt sekund av metinum.

Ásbjørg Hjelm átti gamla metið, sum varð sett í 2015. Gamla metið var 2.44.46.

Beinta, sum svimur fyri Havnar Svimjifelag, er fyrsta føroyska kvinna, ið hevur svomið teinin undir 2 minuttir og 44 sekund á langgeil.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672