- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíligari vín á føroyskum matstovum

Matstovueigarar og matstovugestir kunnu fegnast.
Landsstýrið er hugað, at lækka kostnaðin á víni, sum verður til selt til matstovur.
Tað stendur í viðmerkingunum til játtanarkarmarnar, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum legði fram fyrrapartin í gjár.
Matstovueigarar hava í fleiri ár víst á sína ónøgd við, at teir ikki fáa avsláttur á víninum, sum teir keypa og at selja víðari til gestirnar.
Men hetta verður nú broytt.
Ætlanin er eisini at lækka avlopskravið hjá Rùsdrekkasølu Landsins samsvarandi.
Kravið er, at Rúsdrekkasølan skal lata landinum slakar 17 milliónir krónur árliga.
Í viðmerkingunum stendur tó einki um, nær ætlanin er at lækka kostnaðin fyri víni og at lækka avslopskravið.




























