Bíða eftir frágreiðing

Bíða eftir frágreiðing
Uttanlandsnevndin vil hava eina frágreiðing, áðrenn lógaruppskot, um at Føroyar eru við í ST-tiltøkum, koma í tingið
 
06.04.2017 - 09:24

Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum vil fyrst hava eina frágreiðing frá landsstýrinum, áðrenn lógaruppskotini verða gjørd.

Uttanlandsnevndin tekur undir við uppskotinum til samtyktar hjá Miðflokkinum um, at Føroyar eru við í teimum tiltøkum, sum ST í 2015 setti sær fyri at fremja fyri 2030.  

Talan er um 17 mál og 169 ávegismál, sum fyrst og fremst skulu beina burtur fátækradømi og steðga hungri.

Landsstýrið skal arbeiða fyri heimsmálum

Heimsmálini, sum tey verða rópt, eru eisini um til dømis heilsu, útbúgving, frið, rættvísi, javnstøðu, orku, reint vatn, ídnað og búskap.   

Miðflokkurin sigur, at landsstýrið eigur at arbeiða fyri, at Føroyar eiga sín part í at røkka heimsmálunum.

Tað halda aðrir flokkar eisini, men Uttanlandsnevndin vil tó fyrst hava eina frágreiðing frá landsstýrinum, áðrenn lógaruppskotini um heimsmálini koma í tingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521