Nevnd: Broytingar samtykkjast

Nevnd: Broytingar samtykkjast
Ein samd trivnaðarnevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja broytingarnar í heilsulógini, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, legði fyri tingið
 
07.04.2017 - 10:37

Heilsu- og innlendismálaráðið sigur, at neyðugt er at dagføra reglurnar um sjúklingarættindi, sjúklingatrygd, líkskoðan, obduktión, transplantatión, ásetingar um Heilsustýrið og stýrið fyri sjúklingatrygd, sum eisini umfatar Landslæknan og Statens seruminstitut. 

Millum annað skulu kommunur, sjúkrahúsverk, Heilsutrygd og aðrir stovnar, sum hava heilsustarvsfólk í starvi, skráseta og boða landslæknanum frá óvæntaðum hendingum.

Ætlanin er eisini at betra møguleikarnar hjá heilsumyndugleikunum til skjótari og meira konsekvent at steðga heilsustarvsfólki, sum fer út um sínar heimildir. Eftirlitið hjá landslæknanum við heilsuverkinum í Føroyum verður gjørt neyvari, og tað verður eisini hert.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161