Klaksvíkar sjúkrahús best í landinum

Klaksvíkar sjúkrahús best í landinum
Klaksvíkar sjúkrahús er besta sjúkrahús í landinum sambært einari nýggjari kanning frá danska stovninum IKAS.  
 
08.04.2017 - 12:09

Í februar vóru fólk frá IKAS og kannaðu um føroyska sjúkrahúsverkið lýkur dygdarkrøvini, sum Den Danske Kvalitetsmodel setir. 

Úrslitini av kanningunum vísir, at Klaksvíkar sjúkrahúsið fekk besta dygdar-stemplið, og hevur fingið góðkenning uttan viðmerking.  

Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús fingu góðkenning við viðmerkingum.

Sjúkrahúsini hava nú møguleikan at bøta uppá nøkur viðurskifti komandi seks mánaðirnar til tess at verða "akkrediterað", sum góðkenningin eitur. 

Stjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, er errin av góða úrslitinum, sum hann heldur, at øll starvsfólkini eiga lut í. 

- Vit hava duga at vera ordiliga hugbundin, og øll hava givið sítt íkast, sigur Heri Ellingsgaard.

Stjórin á Klaksvíkar sjúkarhúsið heldur eisini, at góða úrslitið eisini kemur av, at tey á Klaksvíkar sjúkrahúsið hava lagt seg eftir at spyrja sjúklingar um, hvat tey kunna betur á sjúkrahúsinum.

- Vit spyrja allar sjúklingar, hvat vit kunna gera betur, og vit lurta eftir teimum og tilpassa okkara arbeiði eftir tí. Tað ætla vit eisini at halda fram við, sigur Heri Ellingsgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Manscaping - teknmálstulkað
208302
Mikudag 13. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208297
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210