- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilivágshandfaringin ikki nøktandi
Landssjúkrahúsið prógvar ikki í nóg stóran mun, at tey hava regluligt eftirlit við heilivágsgoymslunum. Eisini hevur sjúkrahúsið trupulleikar við at prógva, at sjúklingar ikki fáa ov nógvan heilivág.
Suðuroyar sjúkrahús bert eina reyða viðmerking og tvær gular viðmerkingar í IKAS frágreiðingini. Klaksvíkar sjúkrahús fekk ongar reyðar og ongar gular viðmerkingar.
Ein av veikleikunum hjá Landssjúkrahúsinum er handfaringin av heilivágsgoymslunum. Tað staðfestir frágreiðingin hjá danska akkredideringsfelagnum, IKAS, sum gjørdi av teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum.
76 viðurskifti kannað
IKAS kannaði 76 viðurskifti ella standardir, sum sjúkrahúsini skulu lúka. Sjúkrahúsini kundu antin lúka øll krøvini, ella tey kundu lúka krøvini við grønum, gulum ella reyðum viðmerkingum.
Ein grøn viðmerking er, at sjúkrahúsið í stóran mun lýkur kravið, ein gul viðmerking er, at sjúkrahúsið í ávísan mun lýkur kravið, og ein reyð viðmerking er, at sjúkrahúsið ikki lýkur eitt ávíst krav, sum verður sett.
Landssjúkrahúsið fekk reyðar viðmerkingar í seks standardum, og harumframt gular viðmerkingar í seks standardum. Eitt av økjunum, har IKAS hevur reyðar og gular viðmerkingar til Landssjúkrahúsið, er tá tað snýr seg um heilivág.
Gjøgnumgongdir skulu skjalprógvast betri
IKAS krevur millum annað, at sjúkrahúsið skjalprógvar, at tey regluliga ganga ígjøgnum heilivágsgoymsluna. Men hetta verður ikki gjørt, sigur IKAS. Tað eru ikki dømi um, at tað verða gjørdar regluligar og skjalprógvaðar gjøgnumgongdir av heilivágsgoymslunum.
Hetta er eisini galdandi fyri tær deildirnar, sum fáa heilivágsservisu frá Apotekinum. Apotekið sigur, at virðið av hesum tilsýnum er ivingarsamt. Tørvur er á einum átaki, sum ger, at tað til dømis hvørt ár verður hugt eftir ymiskum viðurskiftum í heilivágsgoymslum, staðfestir IKAS.
Og so hevur Landssjúkrahúsið eisini avbjóðingar, tá tað snýr seg um at tryggja, at sjúklingar fáa so fá sløg av heilivági sum gjørligt. IKAS krevur gjøgnumgongd av heilivági fyri at minka um polypharmaci, sum er tá sjúklingurin fær nógv sløg av heilivági ella óneyðugan heilivág.
Greiðari lýsing má gerast
IKAS sigur, at á Landsjsúkrahúsinum eru tey ikki nóg tilvitað um, hvør munurin er á eini gjøgnumgongd av heiliváginum og einari tillaging.
Vantandi greiða um, hvar heilivágsgjøgnumgongd skal skrivast í journalina ger tað trupult at síggja, um nær ein slík gjøgnumgongd er gjørd.
Á Landssjúkrahúsinum er tørvur á eini greiðari lýsing av, hvussu heilivágsgjøgnumgongd verður skjalfest í journalini, sigur IKAS.