Eingin semja - enn

bannari
Eingin semja - enn
Ongin semja er um fiskivinnunýskipanina, eftir samráðingarnar á Tvøroyri seinastu dagarnar.
 
20.04.2017 - 08:03

Løgmaður ætlaði, at semja skuldi verða áðrenn Smyril fór norð til Havnar í gjár, men tað eyðnaðist ikki. Nøkur samgongufólk fór norð við Smyrli í gjár, meðan floksformennirnir, formennirnir í tingbólkunum og onnur vórðu verandi á Tvøroyri, og hildu fram at fundast.

Fundast varð til umleið klokkan trý í nátt, men ongin semja varð funnin. Samgongufólkini komu norð við Smyrli í morgun, tí nevndarfundir eru klokkan 9, og løgtingsfundur er klokkan 13:30. 

Útvarpið hevur beinleiðis samrøðu við Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, í tíðindum klokkan 9.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037