- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantic Airways væntar munandi verri úrslit í ár

Atlantic Airways væntar munandi verri úrslit í ár, enn felagið hevði í fjør. Men einki verður sagt um, hvussu úrslitið fer at vera.
Orsøkin er, at SAS nú er farið at flúgva til Føroya, og felagið ætlar at gera ein túr um dagin, ímillum Keypmannahavn og Føroyar.
Tað sæst í roknskapinum hjá Atlantic Airways, sum sæst á heimasíðuni hjá felagnum.
Har sæst, at Atlantic væntar at samlaða útboðið av setrum millum Vágar og Keypmannahavn fer at økjast við 120.000
tøkum flogsetrum, ið svarar til ein vøkstur uppá 50 %.
Í 2016 vóru 182.000 ferðandi á leiðini millum Vágar og Keypmannahavn, so útboðsvøksturin av setrum elvir
væntandi til stóran yvirskotskapasitet á rutuni. Tí væntar felagið lægri miðal ferðaseðlaprís og lægri nýtslustig
í 2017.
Úrslitið hjá Atlantic Airways í fjør var tað besta nakrantíð, úrslitið eftir skatt var 28 mió. kr. sum var góðar 10 milliónir kr. betri enn árið fyri.
Góða úrslitið kom av fleiri ferðafólkum, hægri nýtslustigi, øktum avlopi í søluni á Flogvøllinum, sølu av tyrlu og lægri prísi á brennievni. Úrslitið áðrenn skatt varð 34,1 mió. kr. í 2016 samanborið við 21,5 mió. kr. í 2015 - ein øking á 59%.
Umsetningur í fjør var 523,5 mió. kr. samanborið við 505,0 mió. kr. í 2015, sum var ein øking uppá 4 prosent.
Í 2014 og í 2015 vóru partabrøvini keypt aftur frá minnilutapartaeigarunum, og landsstýrið er nú einasti partaeigari í felagnum.
Landið eigur 67 prosent av partabrøvunum og felagið sjálvt 33 prosent.
Partapeningurin er tann sami, góðar 103 milliónir kr.




























