Botnfrádrátturin hækkar ikki

Botnfrádrátturin hækkar ikki
Samgongan tekur ikki undir við um at loyva kommununum at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum upp í 65.000 krónur
Botnfrádrátturin hjá kommununum verður ikki hækkaður í hesum umfarinum. Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum
 
03.05.2017 - 15:50

Botnfrádrátturin hjá kommununum verður ikki hækkaður í hesum umfarinum. Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um at loyva kommununum at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum upp í 65.000 krónur eins og hann er í landsskattinum. 

Meirilutin í Fíggjarnevndini sigur tó, at uppskotið eigur at verða viðgjørt í størri høpi. Eitt nú eigur Kommunufelagið at sleppa at viðgera uppskotið væl og virðiliga.

SÍ EISINI Vilja hækka botnfrádráttin

Meirilutin vísir eisini á, at heimildin hjá kommununum at hækka botnfrádráttin kann gera støðuna hjá smáum kommunum verri í kappingini um at draga fólk til sín. Sambandsflokkurin og Miðflokkurin taka undir við Fólkaflokkinum.

Flokkarnir siga í álitinum hjá Fíggjarnevndini, at kommunurnar hava avmarkaðar møguleikar at lætta um skattabyrðuna hjá fólki. Tí eiga kommunurnar at sleppa at hækka botnfrádráttin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210