Stjórar fáa dagpengar

Stjórar fáa dagpengar
Fólk, sum stovna partafelag og eru stjórar í felagnum, fara nú at kunna tekna sjálvbodna trygging hjá dagpeningaskipanini
 
03.05.2017 - 08:34

Tey fáa tí pengar haðani, gerast tey sjúk. Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við uppskotinum hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at broyta dagpeningalógina fyri at bøta um hjá teimum, sum stovna sítt egna felag.

Tey fara nú at kunna tryggja seg, so tey fáa dagpengar, um tey gerast sjúk. Talan er um stjórar, sum hava sítt egna felag og ikki hava starvsfólk aftur at sær ella bara leysliga arbeiðsmegi.  

Uppskotið samtykkast sum tað er

Trivnaðarnevndin kannaði, um ikki bar til at lata lógarbroytingina fevna víðari, so eisini stjórar, sum hava starvsfólk, kunnu tryggja seg. Niðurstøðan varð tó, at rættast er at samtykkja uppskotið sum tað er. 

Skal uppskotið víðkast til at umfata stjórar í egnum feløgum, sum hava starvsfólk aftur at sær, er tað ein meginreglulig broyting, sum lógaruppskotið ikki hevur lagt upp fyri. 

Nevndin sigur, at lógarbroytingin, sum kemur 1. juli, fer at eggja fólk til at stovna egið virki, tí nú fara tey at kunna tryggja seg fyri sjúku í dagpeningaskipanini.

Eftirmetast um tvey ár

Lógaruppskotið hjá Almannamálaráðnum sigur, at tryggingarskipanin í dagpeningaskipanini verður eftirmett um tvey ár. 

Almannamálaráðið arbeiðir við uppskoti um at broyta dagpeningalógina, so fólk, sum fáa arbeiðsskaða, ið er fráboðaður Vanlukkutryggingarráðnum, og verður viðgjørdur eftir arbeiðsskaðatryggingarlógini, kunnu fáa dagpening í málsviðgerðartíðini. 

Verður ein tílíkur tilburður viðurkendur sum arbeiðsskaði sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini, endurrindar tryggingin dagpeningaveitingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232