Leitiloyvi longd

Leitiloyvi longd
Lógargrundarlagið undir fjórða útbjóðingarumfari at leita eftir olju í føroysku undirgrundini er nú komið uppá pláss
 
09.05.2017 - 08:03

Løgtingið samtykti seinnapartin í gjár at bjóða út øki, sum er stívliga 32.000 ferkilometrar til støddar, og sum liggur eystanfyri og í ein landsynning úr Føroyum.

Talan er bæði um øki, sum fyrr hava verið boðin út og eru latin innaftur, og um nýggj øki, sum ikki hava verið bjóðað út fyrr.

SÍ EISINI Undirtøka fyri at leingja útbjóðingina

Fyrsta útbjóðingarumfar var fyri 16 árum síðani, í 2000. Higartil hevur ikki eydnast oljufeløgunum at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum. Hinvegin er við vissu staðfest, at virkin kolvetnisskipan er á føroyskum øki. 

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður víst á, at leitiarbeiðið í fjórða útbjóðingarumfari skal fáa greiðu á, er um og í sofall hvar tær rakstrarverdu nøgdirnar eru, soleiðis at tað kann farast undir veruliga framleiðslu á føroyskum øki. 

Landstýrismaðurin víðari heimildir

- Uttan fíggjarorkuna og servitanina hjá oljufeløgunum fer ikki at bera til at svara hesum spurningi, staðfestir Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum eigur lógaruppskotið.

Fyri at gera tað meira áhugavert hjá oljufeløgunum at bjóða seg fram at leita eftir olju í føroysku undirgrundini, verður somuleiðis mælt til at geva landsstýrismanninum heimild at leingja leitiloyvini upp í fýra ár í senn.

Eftir galdandi lóg ber bara til at leingja leitingarloyvi tvey ár í senn. Alt leitingarskeiðið kann tó í mesta lagi vera 16 ár. Eitt samt Løgting tók ígjár undir við lógaruppskotinum um fjórða útbjóðingarumfar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083