Lendisætlan fyri Boðanes gjørd

Lendisætlan fyri Boðanes gjørd
Seinnapartin verður greitt, hvussu økið við Boðanes og Hoydalar fer at síggja út í framtíðini, og hvussu økið skal brúkast
 
15.05.2017 - 11:59

Í dag klokkan 13:30 verður ein frílendisætlan fyri Boðanes og Hoydalar handað Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum. 

Tað er ein arbeiðsbólkur við umboðum frá Umhvørvisstovuni, Tórshavnar kommunu og Søvnum landsins, sum fer at handa lendisætlanina.

Staðið við Boðanesgjógv, har handanin verður, er har toftin av lýsismeltarínum hjá Ludda Kristjani er. William Heinesen gjørdi húsið víðgitið í søguni um Don Juan fra Tranhuset, skrivar arbeiðsbólkurin í skrivi til miðlarnar.

Um viðrar verður handanin niðri við Boðanesgjógv. Viðrar ikki, verður handanin í staðin fyri á Gróðurstøðini í Hoydølum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793