Stovnar lagdir saman

Stovnar lagdir saman
Arbeiðs- og brunaeftirlitið eitur nýggjasti almenni stovnurin. Nýggjur stjóri skal setast í næstum
Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið eru nú løgd saman og skipað í ein sjálvstøðugan stovn
 
17.05.2017 - 15:50

Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið eru nú løgd saman og skipað í ein sjálvstøðugan stovn, boðar Samferðslumálaráðið frá. Arbeiðseftirlitið var áður deild í Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og Brunaeftirlitið var deild í Vørn.

- Tað er natúrligt, at Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið eru sami stovnur. Málsøkini og førleikarnir hjá starvsfólkunum líkjast, sigur Hendik Old, landsstýrismaður.

Lýsa eftir stjóra í næstum

- Skipanin av hesum stovninum er eisini í samsvari við ætlanirnar hjá landsstýrinum um at raðfesta arbeiðsumhvørvi og brunatrygd, sigur Henrik Old..

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er í sama bygningi sum Heilsu- og innlendismálaráðið í á Eirargarði 2 í Havn. Lýst verður í næstum eftir stjóra til Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Til stjóri er settur, røkir Leivur Persson starvið sum virkandi stjóri. Hann var leiðari á Arbeiðseftirlitinum frá 2013. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083