Tillagingar helst gerast

Tillagingar helst gerast
Tað er neyvan nóg mikið at hækka útreiðslurnar til raksturin hjá landinum í 2018 við hálvumøðrum prosenti
 
22.05.2017 - 12:01

Tað er neyvan nóg mikið at hækka útreiðslurnar til rakstur næsta ár hálvtannað prosent umframt tað, sum fer til lønarvøkstur, tá hugsað verður um allar framskrivingarnar og raðfestingarnar, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja. 

Tí mugu vit vænta, at landsstýrisfólkini gera tillagingar á sínum øki fyri at rationalisera raksturin. Og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum eigur at tryggja, at uppskotið um fíggjarlóg fyri 2018 er innan fyri ásettu karmarnar.

Tað er neyðugt, hóast vøksturin í rakstrarútreiðslunum er nógv minni enn vøksturin í inntøkunum hjá landinum. Umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini minna landsstýrið á at halda sínar egnu játtanarkarmar.

Fíggjarnevndin hevur skrivað álit um játtanarkarmarnar fyri fyrst og fremst 2018. Onnur viðgerð verður í tinginum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV