Minni botnfiskur avreiddur

Minni botnfiskur avreiddur
Avreiðingarnar av botnfiski halda fram at minka vísa nýggjastu tølini
Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni vórðu 17.800 tons av botnfiski avreidd fyrstu fýra mánaðirnar í ár, átta prosent minni enn í fjør
 
24.05.2017 - 16:58

Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni vóru 17.800 tons avreidd fyrstu fýra mánaðirnar í ár, átta prosent minni enn í fjør.

Virðið á fiskinum minkaði 12 prosent. Tað var 214,2 milliónir krónur. Toskur og hýsa minkaðu bæði 14 prosent í tonsum og upsin seks prosent.

Eisini flatfiskurin er minkaður. Hann er minkaður tíggju prosent. Har er virðið 15 prosent minni enn í fjør.

Lítið verður gjørt av at taka rogn og livur við til lands. Tonsini vóru 34 í fjør, men bara ein triðingur, 11 tons, fyrsta fýra mánaðir í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221