Frágreiðing tikin til eftirtektar

Frágreiðing tikin til eftirtektar
Fólkatingið samtykti í gjár at taka til eftirtektar frágreiðingina hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, um ríkisfelagsskapin í 2017
 
30.05.2017 - 10:31

Uppskotið til samtyktar, sum 11 fólkatingslimir, teirra millum Sjúrður Skaale og báðar fólkatingskvinnurnar úr Grønlandi, løgdu fram, fekk 104 atkvøður.

Eingin atkvøddi ímóti. Fólkatingið skal sambært samtyktini virða ynskini hjá Føroyum og Grønlandi um egnar stjórnarskipanir.

Fólkatingið heitir á stjórnina um at bjóða samstarv um nýskipanir og búskaparliga burðardygga vinnumenning. Millum annað skulu møguleikarnir at gera íløgur mennast og gerast lokkandi. 

Áhugin fyri Arktis vaksandi

Stjórnin skal eisini virka fyri, at málsøkini, sum Danmark varðar av í Føroyum og í Grønlandi, eru á sama stigi sum í Danmark.

Fólkatingið hevur eisini staðfest, at búskapurin í Føroyum er í eyðsýndari framgongd, og í Grønlandi var búskapurin eisini góður í 2016. Men í báðum londum er avbjóðingin at tryggja búskaparligt haldføri sum frá líður.

Eindarlistin mælti í sínum uppskoti til samtyktar Fólkatinginum til millum annað til at viðurkenna, at Føroyar og Grønland frítt kunnu arbeiða við sínum stjórnarskipanum.

Hann minti eisini á, at altjóða áhugin fyri norðuratlantshavi og Arktis er vaksandi, og mælir til at raðfesta samstarvið um uttanríkis- og trygdarpolitikk. Uppskotið hjá Eindarlistanum datt burtur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107