Kravið fleiri hundraðtúsund

Kravið fleiri hundraðtúsund
Trolararnir, Breiðanes og Hamranes, ið eru tiknir fyri ólógligan fiskiskap, fáa seinnapartin krøvini frá ákæruvaldinum
Ákæruvaldið er ikki liðugt at kanna málið ímóti hvalbiartrolarunum, Breiðanesi og Hamranesi, sum vórðu tiknir fyri at fiska ólógliga á eini stongdari leið vestan fyri Mykines í gjár
 
06.06.2017 - 14:59

Ákæruvaldið er ikki liðugt at kanna málið ímóti hvalbiartrolarunum, Breiðanesi og Hamranesi, sum vórðu tiknir fyri at fiska ólógliga á eini stongdari leið vestan fyri Mykines í gjár.

Men arbeiðið er komið somikið væl áleiðis, at skipini og skipararnir fáa krøvini seinnapartin, sigur Linda Hesselberg, ákæri. Kravið verður fleiri hundraðtúsund krónur.

Ákæruvaldið hevur gjørt upp, hvussu stórt virðið er, og úrslitið er áleið 740.000 krónur. Tá er talan um útgerð fyri umleið 500.000 krónur, veiðan sum er mett til 40.000 krónur, 11.200 krónur til metingarmenninar og so 100.000 krónur í bót til hvønn skipara.

SÍ EISINI Skipari: Vit hava einki ólógligt gjørt

Trygd skal veitast fyri pengunum, áðrenn skipini sleppa at loysa aftur, sigur Linda Hesselberg, ið sigur, at hon enn ikki hevur havt tíð at kanna, um skipararnir fyrr eru tiknir fyri ólógligan fiskiskap, og eru teir tað, so hækkar kravið um bót munandi.

Skiparin á Hamranesi, John Martin Poulsen, segði í morgun við útvarpið, at teir fiskaðu ikki innan fyri í stongda kassanum, og tí velja teir at lata rættin avgera málið.

Tað var tá teir hálaðu í gjáramorgunin, at skjóttgangadi báturin hjá Brimli kom til teirra, meðan trolið var í vatnskorpuni. Teir vóru í ferð við at hála, og bara annað skipið var fast í trolinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360