Fiska framvegis svartkjaft

Fiska framvegis svartkjaft
Alt bendir á, at Næraberg og Slættaberg fáa ikki boð um at sigla til lands fyribils hóast veiðiloyvini skulu "annulerast"
Næraberg og Slættaberg fiska framvegis svartkjaft, hóast Fiskimálaráðið sigur, at veiðiloyvini hjá skipunum skulu "annulerast
 
08.06.2017 - 11:48

Næraberg og Slættaberg fiska framvegis svartkjaft, hóast Fiskimálaráðið sigur, at veiðiloyvini hjá skipunum skulu "annulerast." Alt bendir á, at skipini fáa ikki boð um at sigla til lands fyribils.

Fyrrakvøldið gav Fiskimálaráðið Vørn boð um at "annulera" avgerðirnar at flyta veiðuloyvini hjá línuskipunum Helenu og Eysturoyingi yvir á Slættaberg og Næraberg.

Niðurstøðan hjá Fiskimálaráðnum er, at lógin um vinnuligan fiskiskap gevur ikki heimild at flyta veiðiloyvi frá línuskipi í bólki-3 til uppsjóvarskip.

SÍ EISINI Óvist um loyvi verða tikin aftur

Í skrivinum til Vørn reisir Fiskimálaráðið eisini spurningin, hvørjar avleiðingar niðurstøðan hjá aðalráðnum skal fáa fyri avgerðirnar hjá Vørn um at flyta loyvini.

Í sambandi við henda spurning er avgerandi, sambært Fiskimálaráðnum, "læran um ógildi" og ikki "læran um afturtøku" av avgerðum. Fiskimálaráðið útgreinar tó ikki, hvat tað merkir fyri Slættaberg og Næraberg.

Í samrøðu við útvarpið á middegi í gjár gav Elmar Højgaard, stjóri á Vørn, greitt til kennar, at Vørn hevur ilt við at skilja, hvat Fiskimálaráðið meinar við.

SÍ EISINI Vistu at loyvið varð flutt

Vørn bað í gjár Fiskimálaráðið útgreina, hvussu boðini skulu skiljast. Men sambært Elmari Højgaard, stjóra á Vørn, hevur Fiskimálaráðið ikki svarað enn.

- Vit fáa ikki gjørt meira við málið, áðrenn vit frætta aftur úr Fiskimálaráðnum, sigur Elmar Højgaard við Kringvarpið í dag.

Boðini úr Fiskimálaráðnum til Vørn fyrrakvøldið nevna eisini, at fyrisitingarlig atlit eru galdandi, og tí hevur reiðaríið hjá Nærabergi og Slættabergi rætt til partshoyring.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493