Kanningar hjá serfrøðingum byrjaðar

Kanningar hjá serfrøðingum byrjaðar
Kanningarliðið, ið skal kanna eldsbrunan á Varðanum Pelagic, kom til Føroya í gjár
Fýra serfrøðingar úr Danmark eru byrjaðir at kanna eldsbrunan á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, sum eldur kom í síðsta fríggjadag
 
15.06.2017 - 10:39

Talan er um fýra fólk, trý frá kriminalteknisku deildini hjá løgregluni í Danmark og eitt fólk frá Dansk brand- og sikringsteknisk institut, ið eru serfrøðingar í at kanna el-skipanir í bygningum.  

Kanningarliðið fór til Suðuroyar í gjár, og kanningarnar á virkinum eru so smátt byrjaðar. Vandi er tó framvegis fyri, at partar av bygninginum kunnu rapa.

SÍ EISINI Óvist hvussu drúgvar kanningarnar verða

Tí er neyðugt at tryggja bygningin, og serliga tey økini, sum kanningarliðið skal framat, áðrenn kanningarliðið veruliga kann gera kanningar í bygninginum.

Arbeitt verður við hesum saman við tryggingarfelagnum hjá Varðanum Pelagic, sigur Hildur Hentze dagligur leiðari á kriminaldeildini. Hon veit tó ikki at siga, hvussu langa tíð kanningarnar fara at taka. 

Løgreglan hevur samstarv við Arbeiðs- og brunaeftirlitið um kanningarnar. Kanningarliðið kannar, hvar eldurin kyknaði, orsøkina til at hann kyknaði og um okkurt revsivert er farið fram.

SÍ EISINI Einki lógarkrav um regluliga brunaumsjón

Tað er ikki beinleiðis ein partur av arbeiðnum hjá kanningarliðnum at kanna, um øll brunakrøv eru hildin, sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini.

Tað er málsøkið hjá kommununum og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum umsita brunagóðkenningar og trygd, og tey kunnu melda eitt mál til løgregluna, um mett verður, at okkurt revsivert er farið fram viðvíkjandi brunatrygd. 

Hildur Hentze vísir tó á, at kemur kanningarliðið fram á bersýnt brek ella trot á brunatrygdina, verður hetta skrásett og umrøtt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Mikudag 25. mars
Morgunlestur mikudagur 25.mars 2026
205922
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983