Framtíðin eitt sindur óviss

Framtíðin eitt sindur óviss
Varðin Pelagic á Tvøroyri verður bygt uppaftur. Men hvussu verður í tíðini, byggingin varar, er ikki avgjørt enn
Varðin Pelagic fer fyrst at kanna og rokna, hvussu nógvan fisk, virkið hevði fingið hesa tíðina fyri at vita, um tað til dømis loysir seg at leiga móttøkuskip at virka uppsjóvarfisk
 
19.06.2017 - 12:24

Enn er støða ikki tikin til, hvussu verður við framtíðini hjá Varðanum Pelagic. Virkið verður bygt uppaftur, tað er greitt. Men hvussu verður í tíðini, byggingin varar, er ikki avgjørt enn. 

Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, sigur, at fyrst verður kannað og roknað, hvussu nógvan fisk, virkið hevði fingið hesa tíðina fyri at vita, um tað til dømis loysir seg at leiga móttøkuskip at virka uppsjóvarfisk.

Løgreglan er liðug við sínar kanningar í brunatoftini, og nú fer Betri Trygging undir ruddingina. Frystigoymslan fekk ikki skaða í eldinum. Har vóru millum 3.000 og 4.000 tons av fiski.

Nýggja surimivirkið hjá Varðanum var at kalla liðugt. Har skuldi ein maskina inn afturat. Bygningurin fekk skaða, men at síggja til hava maskinurnar ongan skaða fingið, sigur Bogi Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083