Bíleggingarskipan fyribils av ongum

Bíleggingarskipan fyribils av ongum
Ongin bílegginarskipan verður við Teistanum í summar. Strandferðslan bíðar í løtuni eftir Skopunar kommunu
Bíleggingarskipanin, ætlanin var at seta í verk á leiðini um Skopunarfjørð, verður av ongum fyribils, sigur stjórin í Strandferðsluni
 
28.06.2017 - 11:26

Strandferðslan bíðar framvegis eftir nærri boðum frá Skopunar kommunu, sum eigur havnalagið, har básar til bilar, ið bíleggja pláss, skulu gerast.

Hilmar Eliasen, stjóri Strandferðsluni, sigur, at tey eru farin at kanna, um ein bíleggingarskipan skipan kundi verið sett í verk á øðrum leiðum, til dømis á Kalsoyarleiðini. Men fyrst skulu fólk á staðnum hoyrast.

Landsverk hevur fyrr í ár biðið Skopunar kommunu um loyvi til at avmerkja ein geira á ferjuleguni í Skopun til teir bilar, sum hava bílagt pláss við Teistanum. Men Skopunar kommuna hevur sagt nei.

Geirin á ferjuleguni í Skopun skal ikki gerast fyrr enn kommunan fær vissu fyri, at bara helvtin av plássunum á Teistanum verða løgd á bíleggingarskipanina, varð sagt fyrr í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053