Kunnu ikki útihýsast

Kunnu ikki útihýsast
Tað ber ikki til at útihýsa íslendskum íleggjarum úr føroyska fiskiflotanum. Hoyvíkssáttmálin forðar fyri tí
 
03.07.2017 - 08:08

Tað sigur Løgtingsskrivstovan, sum staðiliga mælir til, at uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan verður broytt. Løgtingsskrivstovan hevur gjørt Vinnunevndini upprit um útlendskan ognarskap.

Har er niðurstøðan, at íslendskir íleggjarar, sum í dag hava vinnulig áhugamál í fiskivinnuni sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, kunnu halda fram við somu avmarking, sum er galdandi í dag, eftir at fiskivinnunýskipanin er komin í gildi. Í dag er avmarkingin 33 prosent.

Eingin forðing í stýrisskipanarlógini

Løgfrøðingar hjá Løgtinginum siga, at ávísar lógargreinar viðvíkjandi útlendskum ognarskapi í lógaruppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, allarhelst eru í ósamsvari við millumtjóða sáttmálan, sum eitur Hoyvíkssáttmálin.

Tey siga tó eisini, at einki er í stýrisskipanarlógini, sum forðar Løgtinginum at samtykkja eina lóg, har útlendskur eigaraskapur í fiskivinnuni verður avmarkaður.

Tey mæla heldur ikki formansskapinum í Løgtinginum til at vísa burtur lógaruppskotinum hjá Høgna Hoydal. Men so leingi Hoyvíkssáttmálin er galdandi, hava íslendingar ávís rættindi í Føroyum, so sum at hava pengar í føroysku fiskivinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424