Skifta kanska flogfør

Skifta kanska flogfør
SAS stríðist enn við byrjunartrupulleikar á føroyaleiðini. Flogfelagið umhugsar at skifta flogførini á leiðini út
 
03.07.2017 - 12:21

SAS umhugsar at seta nýggj flogfør at flúgva til Føroyar. Tað sigur Mariam Skovfoged, kunningarstjóri hjá SAS, við heimasíðuna check-in.dk.

SAS hevur havt byrjunartrupulleikar, síðani norðurlendska flogfelagið byrjaði at flúgva til Føroyar 26. mars í ár. 

SÍ EISINI Trupul byrjan hjá SAS

Í mai og juni noyddist flogfarið tríggjar ferðir at venda aftur til Keypmannahavnar og tvær ferðir vóru ferðirnar avlýstar, orsaka av vánaligum floglíkindum. Tað svarar til 8,2 prosent av øllum túrum í tíðarskeiðnum. 

Kappingarneytin Atlantsflog hevði ikki somu trupulleikar av veðrinum. Bert ein av teimum 150 túrunum hjá Atlantsflog sama tíðarskeið, eydnaðist ikki at lenda.

Nýggj tøkni tryggjar reglusemið

Regulariteturin hjá SAS fyrstu tveir mánaðir, tað vil siga í mars og í apríl, er enn verri, samanborið við regularitetin hjá Atlantsflog, skrivar heimasíðan, check-in.dk

Tað er nýggjasta tøknin hjá Airbus, skipanin RNP AR 0,1, sum ger munin. Øll flogførini hjá Atlantsflog hava tøknina, meðan einans nýggjastu Airbus A320neo-flogførini hjá SAS hava hesa skipan.

Og tað eru hesi flogførini, ið SAS nú umhugsar at seta í fasta flúgving á føroyaleiðini. SAS hevur higartil ikki sett føst flogfør burturav at flúgva til Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232