Vindorka í Suðuroy boðin út

Vindorka í Suðuroy boðin út
Umhvørvisstovan lýsir eftir umsøkjarum til at framleiða el úr vindorku í haganum í Porkeri
 
04.07.2017 - 17:08

Nú verður vindorka boðin út í Suðuroynni, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni. Tað er Orka á Umhvørvisstovuni sum lýsir eftir umsøkjarum til at framleiða el úr vindorku í haganum, Heimari Partur, í Porkeri.

Ari Johannesson, ráðgevi á orku, sigur at av tí at elkervið í Suðuroynni er fyri seg, er ætlanin at seta í mesta lagi seks vindnmyllur upp, so samlaða elveitingin frá myllunum verður í mesta lagi 6 megawatt.

Freistin er hálvan november

Eitt vatnorkuverk er í Botni í Suðuroynni, og ætlanin er at nýta ein part av elinum frá vindmyllunum til eina pumpuskipan í Botni.

Arbeitt verður við at fáa allar avtalur í lag, so alt verður greitt, tá tilboðini skulu vera inni, hálvan november í ár.

Í boðunum frá orku verður sagt, at Umhvørvisstovan kann velja ikki at veita nakað loyvi og kann somuleiðis velja at veita eitt loyvi, sum er minni enn seks megawatt.

Ætlanir um øki við Eiðisvatn

Ætlanir eru eisini um, at bjóða elorku úr vindi út norðan fyri. Vónandi verður tað í heyst, um øll loyvir eru fingin til vega, upplýsir Ari Johanneson.

Orka hevur eitt øki við Eiðisvatn í kikaranum, sum egnar seg til vindmyllur, sigur Ari Johannesen, ráðgevi á Umhvørvisstovuni.

Umsóknarblað fæst á Orku á Umhvørvisstovuni, har nærri treytir fyri at kunna søkja eru lýstar. Freistin, at søkja um loyvi at nýta vindin í Suðuroy, er 15. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360