Páls høll nýggja pengainnspræning

Páls høll nýggja pengainnspræning
Vágs kommuna rindar aftur meira pengar til Páls høll. Høllin fær nú 500.000 krónur aftrat í eykajáttan, tí raksturin hongur ikki saman
Páls høll fær tað ikki at mala runt fíggjarliga. Nú hevur Vágs býráð samtykt at játta høllini 500.000 krónur aftrat í eykajáttan fyri at hjálpa upp á raksturin
 
05.07.2017 - 21:20

Í Fíggjarmálaráðnum siga tey, at tey enn ikki eru liðug at viðgera málið um fíggjarliga  sambandið millum Vágs kommunu og ávikavist Páls høll og Marghøllina. Hetta verður væntandi  greitt nakað eftir summarfrítíðina.

Páls høll fær tað ikki at mala runt fíggjarliga. Nú hevur Vágs býráð samtykt at játta høllini 500.000 krónur aftrat í eykajáttan fyri at hjálpa upp á raksturin. Býráðið samtykti játtanina við aðru og endaligu viðgerð á fundi í farnu viku.

Í mai sendi Páls høll kommununi eina fíggjarætlan, sum vísti, at raksturin hongur ikki saman. Høllin manglar millum 65-90.000 krónur í rakstrarinntøkum um mánaðin fyri at Páls høll skal hvíla í sær sjálvum.

Stuðla sum er 800.000 um árið

Umsitingin mælti til, at leigan, sum kommunan rindar til høllina, verður hækkað við 100.000 krónum um mánaðin frá mai og til og við september. Eisini mælir umsitingin til, at bókhaldið hjá Páls høll verður avgreitt av Vágs kommunu.

At ein eftirmeting skal gerast av leigusáttmálanum á fíggjarnevndarfundi í september. Og hesum tók eitt eitt einmælt býráð undir við á fundi 8. mai og so aftur á fundinum í farnu viku. Sostatt fær Páls høll 500.000 krónur aftrat frá Vágs kommunu.

Frammanundan rindar kommunan 500.000 krónur um árið til leigu, og letur eisini 300.000 krónur um árið í stuðuli. Og grundstykkið, sum annars hevði kostað uml 56.000 krónur árliga at leiga, fær Páls høll fyri onki.

Borgarstjórin vil ikki gera samrøðu

Fíggjarmálaráðið kannar í løtuni fíggjarliga sambandið millum Vágs kommunu og Páls høll. Ráðið bað fyrr í ár kommununa svara fleiri spurningum um Páls høll og eisini um marghøllina hjá Vágs Ítróttarráð.

Í svarunum kemur fram, at skattgjaldarin rindar fitt av pengum til Páls høll og marghøllina. Vágs kommuna hevur goldið 22% av tí, sum tað kostaði at byggja Páls høll. Frá 17. september 2015 til fyrst í mai í ár hevði kommunan játtað 2,4 milliónir krónur til rakstur. 

Og nú hevur kommunan so játtað enn meira sum rakstrarstuðul. Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, vil ikki gera bandaða samrøðu um stuðulin til Páls høll í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107