Sí kortið: Her duttu menninir oman

Sí kortið: Her duttu menninir oman
Ein vanlukka í Saksun hevur fyribils kravt eitt mannalív. Ein annar maður fekk stóran skaða, tá teir duttu í einari gjógv
Ein 41 ára gamal svii doyði seinnapartin mikudagin, tá hann og ein annar maður duttu oman í Svínagjógv (frámerkt við bláu nálini) eystan fyri Saksunar bygd
Mynd: Loftmynd: Google Maps  
 
06.07.2017 - 09:45

Ein 41 ára gamal maður doyði av fallinum norðanvert í Svínagjógv (frámerkt á kortinum) sunnan fyri Saksun seinnapartin í gjár. Maðurin var svii, og fall sjálvur annar í gjónni.

Sí kortið niðanfyri

Hin maðurin, sum er 79 ára gamal, fekk stóran skaða av fallinum, skallabrot og beinbrot. Eisini hann er útlendingur. Hann býr í Danmark. Fallið var tíggju metrar.

Vanlukkan hendi okkurt um 400 metrar frá landsvegnum. Politiið fekk fráboðan um hendingina stutt eftir klokkan hálvgum trý seinnapartin í gjár.

Greinin heldur fram niðanfyri

Teir báðir menninir duttu oman í Svínagjógv (frámerkt á kortinum.) Tú kanst zooma inn og út við "+" og "-" niðast til vinstru í kortinum

Staðfest varð, at tann yngri maðurin var deyður, tá hann kom á Landssjúkrahúsið.  Menninir, sum duttu oman, vóru í einum ferðalagi, sum taldi tíggju fólk.

Fólkini, sum eru úr fleiri londum, eru plantufrøðingar og vóru í Føroyum eftir mosa. Menninir báðir gingu aftan fyri hini á veg oman aftur á landsvegin, so eingin sá, hvat hendi.  

Menninir, sum fullu, vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið við tyrlu. Líksýn verður í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166