- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ótolnast eftir niðurstøðuni

Meginfelag útróðrarmanna ótolnast nú eftir niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini um kæruna hjá felagnum, sum varð send nevndini 13. desember í fjør.
Meginfelagið hevur kært Høgna Hoydal, landsstýrismann, fyri mátan, hann ásetti fiskidagar fyri árið 2016-2017. Felagið hevur nú sent Landsstýrismálanevndini eina eftirlýsing.
Tað tykist løgið, nú løgtingið fer til hús og bara nakrar vikur eru til tingið skal áseta fiskidagar fyri næsta fiskiár, at eingin niðurstøða er, heldur Meginfelag Útróðrarmanna, sum spyr um niðurstøðan kemur, áðrenn fiskidagar verða ásettir fyri árið 2017-2018.
Fleiri kærur ikki avgreiddar
Sambært svarinum hjá Landsstýrismálanevndini kemur eingin avgerð svar hesu megin summarfrítíðina.
Nevndin hevur ikki havt stundir til at viðgera málið liðugt, er svarið. Løgtingið skal avgreiða fiskidagarnar í seinasta lagi 18. august.
Landsstýrismálanevndin hevur tríggjar aðrar kærur, sum ikki eru avgreiddar, tvær um Høgna Hoydal og eina um Henrik Old.


























