Andstøðan biður um kanningarstjóra

Andstøðan biður um kanningarstjóra
Kannast skal, um Høgni Hoydal hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt, tá veiðirættindi vóru flutt frá Helenu til Slættaberg
 
11.07.2017 - 13:12

Fimtan løgtingsfólk í andstøðuni, øll uttan Kaj Leo Holm Johannesen, hava heitt á løgtingsformannin um seta kanningarstjóra at kanna, um Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við veiðuloyvi, sum eru flutt.  

Eisini verður biðið um, at kanningarstjórin kannar, um landsstýrismaðurin hevur givið Løgtinginum rættar upplýsingar um málið.

Tingfólkini siga, at løgmaður eftir trýsti frá serliga andstøðuni hevur kannað landsstýrismannin. Andstøðan vildi, at løgmaður sópaði fyri egnum durum, so sleppast kundi undan kanningarstjóra.

Tveir fimtingar kunnu krevja kanningarstjóra

Men løgmaður staðfestir, at Høgni Hoydal hevur umsitið á lógligan og fullgóðan hátt.

- Um kanningarstjórin kemur til ta niðurstøðu, at landsstýrismaðurin ikki hevur umsitið á fullgóðan hátt, so hevur løgmaður eftir okkara meting misrøkt sína skyldu sum eftirlitsmyndugleiki við landsstýrisfólkum, siga tey fimtan tingfólkini.

Tey vilja, at ein kanningarstjóri kannar landsstyrisskeiðið hjá Høgna Hoydal og lutin hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, í málinum um veiðiloyvini.

Teir 15 løgtingslimirnir vísa á grein 38 - 2 stykki í stýrisskipanarlógini, har tað stendur, at tveir fimtingar av Løgtinginum hava rætt til at krevja, at kanningarstjóri verður settur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221