Vorðið dýrari at búgva í Føroyum

Vorðið dýrari at búgva í Føroyum
Sambært Hagstovuni vóru brúkaraprísirnir 1,3 prosent hægri í øðrum ársfjórðingi í ár enn í sama ársfjórðingi í 2016
Tað er vorðið dýrari at búgva í Føroyum. Matvørur eru nakað dýrari, men tað kortini er minni enn eitt prosent
 
18.07.2017 - 09:46

Hetta er mesti árligi prísvøkstur síðani í fjórða ársfjórðingi í 2012. Og hetta er nakað meira enn í fyrsta ársfjórðingi, tá árligi prísvøksturin var 1,2 prosent.

Hetta seinasta árið eru allir prísir farnir upp uttan prísirnir á klæðum, skóm og innbúgvi og í bólkinum, sum eitur ymiskar vørur og tænastur.

Matvørur eru nakað dýrari, men tað kortini er minni enn eitt prosent. Húsarhaldið er eisini vorðið dýrari at reka samanumtikið.

Oljan er 19,2 prosent dýrari, men streymurin kostar nú 3,1 prosent minni enn í fjør. Samanumtikið er húsarhaldið vorðið 4,3 prosent dýrari at reka. Bensin og diesel kosta tíggju prosent meira enn í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542