- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orkuískoytið samtykt um góða viku

Semja er í løgtinginum um, at orkuískoytið verður dupult so stórt í ár.
Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum.
Húski skulu fáa møguleika til at søkja um eitt orkuískoyti aftrat, 5.000 kr. aftrat, í ár.
Umsóknarfreistin verður 25. november.
Við hesum verður orkuískoytið 10.000 kr. í ár.
400 húski fingu orkuískoyti í fyrra umsóknarumfarinum í ár.
Landsstýrið væntar, at talið verður tað sama í seinna umfarinum.
So tað kostar landskassanum tvær milliónir krónur.
Pengarnir eru longu til, tí avlop er í játtanini til familjuískoyti í 2026.
Tí er ikki brúk fyri eykajáttan, sigur landsstýrið.
Skipanin um orkuískoyti, sum fer úr gildi á nýggjárinum, verður ikki longd.
Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla vera á næsta tingfundi, sum verður 4. november.




























