Nýggjur yvirlækni á Suðuroyar sjúkrahúsi

Nýggjur yvirlækni á Suðuroyar sjúkrahúsi
Johannes Theodor Høgagarð er settur sum yvirlækni í anæsthesiologi/pínuviðgerð
 
27.07.2017 - 14:30

Suðuroyar Sjúkrahús hevur sett Johannes Theodor Høgagarð sum yvirlækna í anæsthesiologi/pínuviðgerð.

Hann  er 54 ára gamal, er útbúgvin sum lækni í 1997 og  serlækni í anæstesilogi í 2006.

Johannes Theodor Høgagarð hevur eisini serlæknaútbúgving í NDAPM, Nordic Deplom of Advenced Pain Medicine.

Her talan um eina tvey ára yvirbygning á hægsta stigi í Norðurlondum, og á stigi við Vestureuropa, USA og Kanada, sigur Suðuroyar sjúkrahús.

Drúgvar royndir

Johannes Theodor Høgagarð hevur drúgvar royndir sum serlækni.

 Hann hevur m.a. starvastr arbeitt sum serlækni á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn og á Privathospitalinum Aleris.

Johannes Theodor Høgagarð byrjar í starvinum á Suðuroyar sjúkrahúsi 1. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327