FSF: Væl nøgdir við søluna

FSF: Væl nøgdir við søluna
Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, er væl nøgdur við atgongumerkjasøluni til finaluna um Løgmanssteypið millum B36 og NSÍ í kvøld
 
26.08.2017 - 14:39

2927 atgongumerkir vóru seld á middegi í dag. Hetta merkir, at 1800 atgongumerkir enn eru eftir.

Hetta er væl minni enn til finaluna í fjør, sum slóð øll met, tá øll 4800 plássini á Tórsvølli vóru seld.

Men Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, letur kortini væl at atgongumerkjasøluni, samanborið við onnur ár enn júst í fjør.

- Samanborið við árini frammanundan liggja vit heilt høgt í morgun.

Nógv bendur á, at tað er serliga fjepparar hjá B36 og NSÍ, sum hava keypt sær atgongumerki í góðari tíð. Tí á eystaru langsíðuni, har fjeppararnir sita, er næstan útseld.

Men Virgar Hvidbro vónar, at tað eru onnur enn bara B36 og NSÍ-fjepparar, sum koma til dystin.

- Veðrið er gott, og tað eru tvey góð fótbóltslið, sum hittast, sigur Virgar Hvidbro, sum væntar ein góðan dyst.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettup
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Hósdag 19. november
RagnarRokk 19.november 2026
216177
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565