14 vilja vera stjóri á Námi

14 vilja vera stjóri á Námi
Fýra kvinnur og tíggju menn hava søkt starvið
Nýggi stjórin á Námi tekur við eftr Regin Marnersson, sum nú er stjóri á Skúlanum á Fløtum
 
01.09.2017 - 06:18

14 fólk vilja vera stjóri á Námi, nú evstamark at søkja er farið,  fýra kvinnur og tíggju menn.

Uppgávan hjá stjóranum í Námi er, sambært starvslýsingini , at leiða ein stovn, har læring og námsfrøðilig menning eru kjarnuøkini.

Stovnurin skal útvega undirvísingarverkinum fjølbroyttar og tíðarhóskandi undirvísingarmiðlar.

52.000 kr. um mánaðin

Lønin er stívliga 52.000 krónur um mánaðin, umframt 15 prosent í eftirløn.

Nýggi stjórin skal taka við starvinum sum skjótast.

Stjórastarvið á Námi varð leyst at søkja, tá stjórin síðsta hálvt triðja árið, Regin Marnersson, varðsettur í starv sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum í Havn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776