Krevja nýtt forsetaval í Kenja

Krevja nýtt forsetaval í Kenja
Hægsti rættur í Kenja krevur, at nýtt forsetaval verður hildið innan 60 dagar, eftir skuldsetingar um óreglusemi og valsvik á valinum 8. august
Uhuru Kenyatta vann forsetavalið í Kenja við 54 prosentum av atkvøðunum
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
01.09.2017 - 16:20

Tað skrivar AP.

Altjóða valeygleiðarar góðkendu valúrslitið, hóast óreglusemi var ávíst.

Forsetin í Kenja, Uhuru Kenyatta, vann valið við 54 prosentum av atkvøðunum, og umstrídda valúrslitið elvdi til harðar samanbrestir í gøtunum í høvusstaðnum, har í minsta lagi 24 fólk lótu lív. 

Boðini frá hægsta rætti eru góð tíðindi hjá andstøðuleiðaranum, Raila Odinga, sum fleiri ferðir hevur víst á, at Uhuru Kenyatta vann valið við valsviki.

Sakførarin hjá Odinga sigur, at meira enn 5 miljónir atkvøður eru við í valsvikinum, og tí hevur hann kravt, at valið verður ógildað.

Avgerðin hjá Hægstarætti kom óvart á fólk í Kenja, tí tey ivaðust í, um Hægstirættur tordi at taka so stóra avgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891