Leigulógin broytast

Leigulógin broytast
Broytingar skulu gerast í uppsagnartreytum og -freistum
 
21.09.2017 - 07:23

Uppskotið um at dagføra leigulógina er nú sent til hoyringar.

 

Sambært uppskotinum, so verður uppsagnarfreistin hjá leigarum, ið reka vinnuliga útleigan, longd úr einum mánaði upp í tríggjar mánaðir.

 

Og leigari skal vera farin úr leigubústaðnum 14 dagar áðrenn uppsagnarfreistin er úti, so útleigarin kann gera umvalingar.

 

Eisini kann útleigari siga leigumál upp, tá børn, systkin, foreldur ella verforeldur skulu nýta leigumálið.

 

Leigulógin, ið nú er ætlan at dagføra, varð sett í gildi í 2009.

 

Hoyringarfreistin er 11. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011