Fundur um tunnlarnar

Fundur um tunnlarnar
Landsverk hevur kunnandi fund fyri fólkinum í bygdunum norðan fyri Fjall
 
27.09.2017 - 07:34

Fólk í bygdunum norðan fyri tunlarnar norður um Fjall fara í kvøld á kunnandi kund við Landsverk, nú tunnlarnir verða stongdir ein part av náttini.

Virksemið norðan fyri tunlarnar er vaksið munandi seinastu árini. Tað hevur við sær, at neyðugt er á meiri streymorku í økinum. Tí fer SEV næstu mánaðirnar at leggja el-kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall, og tað fer eisini ávirka ferðsluna í tunlunum. 

Arbeiðið byrjar hálvan oktober, og fer væntandi at taka umleið seks mánaðir. 

Í hesum tíðarskeiði verða tunlarnir stongdir, frá klokkan 11 á kvøldi til hálvgum seks á morgni. Tó sleppur ferðsla ígjøgnum tunlarnar kl. 01.00. Landsverk skipar tí fyri almennum fundi um arbeiðið.Fundurin er í Skúlanum á Fossánesi klokkan 19 í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598