Sóu ikki prógvini í skjalagoymsluni

Sóu ikki prógvini í skjalagoymsluni
Bárður Larsen, løgfrøðingur, hevur ilt við at skilja, hví TAKS metti, at ongin prógv vóru um, at Eik Banki hevði roynt at villeitt TAKS
Bárður Larsen skrivar, at støðan hjá TAKS er "ring at sameina við upplýsingarnar í skjølum, sum TAKS hevur á goymslu".
 
01.10.2017 - 11:02

3. februar 2017 avgjørdi TAKS, at Eik Banki ikki hevði rætt til nakran skattafrádrátt. 

Men TAKS metti ikki, at málið var so mikið álvarsamt, at tað skuldi sendast til fútan. 

Í kanningini hjá Bárði Larsen av málinum stendur, at TAKS metti, at "ongi prógv eru fyri, at Eik sum banki tilvitandi hevur roynt at snýtt seg til ein frádrátt".

Men Bárður Larsen hevur ilt við at skilja hesa støðuna. 

Tí "hendan tulkingin kann vera eitt sindur ring at sameina við upplýsingarnar í skjølum, sum TAKS hevur á goymslu", skrivar Bárður Larsen í síni kanning av málsviðgerðini hjá TAKS í "Skattamálinum".

Bárður Larsen skrivar, at "Í tíðini fram til 30. Juni 2015 eru fleiri týðandi dømi um, at Eik afturheldur upplýsingum og teknar eina villeiðandi mynd av málinum".

Í síni skjalagoymslu hevði TAKS sostatt fleiri dømir um, at Eik gav TAKS villeiðandi upplýsingar, men TAKS tók ikki støðu út frá hesum.

Bárður Larsen vísir eisini á, at júst upplýsingarnir, sum Eik Banki ikki lat TAKS í fyrstu viðgerðini av málinum - áðrenn Fíggjarligt Støðufesti varskógvaði føroyskar myndugleikar um málið - blivu brúktir av TAKS í endaligu avgerðini 3. februar 2017. 

"Endaligt avgerðarskriv, dagfest 3. Februar 2017, vísa eisini, at júst skjølini frá SPEKT 2013 og 2014 og KPMG í 2011 (...) vóru avgerandi fyri grundgevingina", skrivar Bárður Larsen.

"Júst tey skjølini, sum SPEKT og onnur eggjaðu leiðsluni í Eik til at geva TAKS áðrenn kontaktina í 2013, vístu seg at vera avgerandi fyri málið".

Bárður Larsen metur, at tað er sannlíkt, at Eik Banki tilvitað afturhelt hesar upplýsingar, soleiðis at TAKS kom til skeiva niðurstøðu á sumri 2015.

"So er nærliggjandi at halda, at tað liggur eitt tilvitað val aftanfyri um ikki at geva TAKS teir upplýsingar, sum kunnu leiða TAKS á "skeiva" kós" móti eini avgerð, ið ikki er til fyrimuns fyri Eik".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439