Mistak í faldara um kynsligan ágang

Mistak í faldara um kynsligan ágang
Eitt óheppið mistak er komið fyri í faldaranum hjá ÍSF um kynsligan ágang móti børnum
 
27.10.2017 - 17:20

Fyrr í vikuni kunngjørdi ÍSF nýggjan faldara, ið kallast Tann óhoyrdi ágangurin.

Endamálið er, at hjálpa ítróttarfeløgum at fyribyrgja kynsligum ágangi móti børnum.

Danska ítróttarsambandið útgav fyri nøkrum árum síðan ein líknandi faldara, sum eitur "Det uhørte overgreb". 

Skeivt umsett

Føroyski faldarin er stórt sæð ein týðing av tí danska faldaranum, men í umsetingini er gjørt eitt mistak, sum hevur týdning.

Brotið snýr seg um, hvat skal gerast, tá illgruni er um kynsligan ágang móti barni í ítróttarfelagi.

Í danska stendur: 

og í føroyska stendur soleiðis:

Í tí danska faldaranum verður viðmælt, at nevndin umrøður seg við tí, sum hevur illgrunan.

Í tí føroyska verður viðmælt, at nevndin umrøður seg við tí, sum er undir illgruna. Ein týdningarmikil munur.

ÍSF fer at rætta

Jarvin Feilberg Hansen, ítróttarráðgevi í ÍSF, sigur, at eitt mistak er komið fyri í umsetingini.

- Vit harmast um mistakið, og vit fara at rætta faldaran, sigur Jarvin Feilberg Hansen við Kringvarpið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742