- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brennistøðirnar hóra ikki undan

Samfelagshjólini mala við fullari megi í løtuni.
Ein avleiðing av hesum er metstórar nøgdir av ruski. So stórar nøgdir, at brennistøðirnar hóra ikki undan.
Hetta ásannar Aslaug Gisladóttir, varðastjóri í IRF.
- Burturkastmongdirnar eru størri enn tær plaga at vera. Tí einu vikuna fingu vit 100 tons av burturkasti inn um dagin. Men vit klára bert at brenna 60. Vanliga vildu vit sent ein part til Havnar. Men í Havn hava tey eisini havt stórar trupulleikar á Brennistøðini seinastu tíðina, greiðir Aslaug Gisladóttir frá.
Tí er IRF farið í holt við at balla burturkast, so tað kann brennast seinni.
IRF hevur leigað eina ballimaskinu úr Danmark. Í maskinuni verður burturkastið ballað í plastballur. Hvør balla vigar umleið 700 - 750 kg, og megnar maskinan at balla umleið 30 ball um tíman.

























