Øskuskýggj tarnar flogferðsluni í Bali

Øskuskýggj tarnar flogferðsluni í Bali
Gosfjallið, Agung, á frítíðaroynni, Bali, er farið at goysa øsku, og tíðliga í morgun sprændi øska 4.000 metrar upp í loft
Ngung-fjallið í Bali 4. oktober í ár
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
26.11.2017 - 09:50

Tjúkk grá roykskýggj liggja yvir økinum.

Ngurah Rai-flogvøllurin er framvegis opin, men higartil eru 28 fráferðir og komur avlýstar, skrivar NTB-tíðindastovan.

Bali er kendasta frítíðaroyggj í Indonesia. Fleiri miljónir útlendsk ferðafólk vitja oynna hvørt ár.  Síðani augustmánað eru fleiri ristingar skrásettar rundan um gosfjallið, og hetta er aðru ferð innanfyri eina viku, at Agung goysir. Hóttanarstigið er á næsthægsta stigi. 

Um 80-túsund fólk búgva nærindis gosfjallinum. 

Rýmd undan gosi

22. september var hóttanarstigið á hægsta stigi, og 130-túsund fólk rýmdu av húsum og leitaðu sær skjól í legum, av ótta fyri at tað aftur fór at goysa. 

Síðst í oktober lækkaðu myndugleikarnir hóttarnarstigið niður á næsthægsta, tí virksemi í gosfjallinum minkaði. 25-túsund fólk eru tó framvegis ikki sloppin heimaftur.

Tað eru 54 ár síðani Mount Agung goysti seinasta. Tá doyðu meiria enn túsund fólk.

Indonesia hevur 130 virkin gosfjøll, og tað er meira enn nakað annað land í heiminum, skrivar NTB-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870