Støðan í tinginum: Menningarkvotur merkja kjakið

bannari
12.12.2017 - 16:20
AktueltPolitikkur
Støðan í tinginum: Menningarkvotur merkja kjakið
Orðaskiftið um fiskivinnunýskipanina byrjaði í løgtinginum beint áðrenn klokkan hálvgum tvey í dag.
 
 

Orðaskiftið um fiskivinnunýskipanina byrjaði í løgtinginum beint áðrenn klokkan hálvgum tvey meira enn tríggjar tímar seinni, enn tað skuldi.

Í løtuni eru tinglimirnir í gongd við at viðgera uppskotið um fiskivinnunýskipan, og orðaskiftið hevur nú varað góðar tveir tímar. 

Menningarkvoturnar merkja kjakið

Tað, sum hevur merkt kjakið, eru menningarkvoturnar - tað sum kallast grein 60 í uppskotinum um sjófeingi. 

Kjakið hevur snúð seg um, at tað eru tvey øki, sum andstøðan sigur vera fyri vanbýti, nevniliga Eysturoyggin og Norðoyggjar. Andstøðan heldur, at hesi øki ikki fáa ein serliga stóran lut í menningarkvotunum.

Í upprunauppskotinum verður einki øki nevnt sum eitt øki, ið skal kunna fáa menningarkvotur. Har stendur, at øki við stórum arbeiðsloysi ella minkandi fólkavøkstri, kunnu fáa menningarkvotur.

Andstøðan: Eysturoy og Norðoyggjar fyri vanbýti

Men í broytingaruppskotinum, sum samgongan hevur lagt fram fyri tingið í dag, verða í viðmerkingunum nevnd fimm øki, sum kunnu hava uppiborið eina menningarkvotu, tí hesi øki onkursvegna lúka treytirnar fyri at kunna fáa tillutað menningarkvotur. 

Hesi øki eru Suðurstreymoy, Norðstreymoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy. Tað hevur follið andstøðuni fyri bróstið, tí sostatt verða Eysturoyggin og Norðoyggjar fyri vanbýti. 

Tað stendur tó, at Eysturoyggin og Norðoyggjar kunnu eisini fáa tillutað menningarkvotur, um hesi øki lúka treytirnar. Men í verandi løtu lúka júst hesi bæði økini ikki treytirnar, tí har eitt nú ikki er stórt arbeiðsloysi, og harafturat hava økini hampuliga góða atgongd til sjófeingi. 

Andstøðan heldur, at tað er skeivt ikki at geva hesum økjum møguleikan við tí grundgeving, at hesi øki eru væl fyri. 

Andstøðan vildi upprunaliga strika menningarkvoturnar, soleiðis at tær ikki vóru partur av lógaruppskotinum. Nú snýr kjakið seg um, hví júst hesi øki - Norðoyggjar og Eysturoy - ikki fáa lut í menningarkvotunum. 

 

Tað er ilt at siga, hvussu leingi kjakið fer at halda fram. Tingformaðurin segði í dag, at tað væntandi for at vara umleið 5-6 tímar.  

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mars
Morgunlestur leygardagur 23. mars 2019
91111
Fríggjadag 22. mars
LEITISSTEIN 22.03.2019
92633
Fríggjadag 22. mars
Síðsta Skríggj 22. mars 2019
92289
Fríggjadag 22. mars
Morgunlestur fríggjadagur 22. mars 2019
91110
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mars
25 minuttir: Linda Mortansdóttir
92545
Fríggjadag 22. mars
Lyst 32
92610
Hósdag 21. mars
Ítróttarportrett: Hallur Hansson
92551